Fuglafjarðar bókasavn
Á Varmakeldu 2025 fáa fólk høvið at blaða og lesa í gomlum føroyskum bløðum, har elsta blaðið er yvir 100 ára gamalt.
Hvat var skrivað í bløðunum, tann dagin tá tú var fødd ella føddur? Ella hvat hendi tann dagin tit gjørdust hjún. Lýsingarnar í hesum gomlu tíðindabløðunum eru eisini sera spennandi, skemtingarsamar og øðrvísi at lesa.
Tit kunnu gleða tykkum ímillum annað til at blaða í Tingakrossi, Norðlýsinum og Føroya Tíðindi. Umframt gomlu bløðini, fara vit eisini at støva heilt gamlar bøkur fram.
Tey sum ynskja at blaða í gomlu bløðunum ella bókunum, fáa útvega handskar, áðrenn nomið verður við bløðini.
Tað er ókeypis atgongd til øll bløðini, sum liggja á goymslu hjá Fuglafjarðar Bókasavnið.
Ynskja tit at lesa nýggjari bløð ella eina bók, eru tit vælkomin at seta tykkum niður við einum varmakeldu fuffara dussi og njóta løtuna á hesum serstakliga hugnaliga bókasavnið.
Sýningin letur upp 1. juli klokkan 11.00 og letur aftur 5. juli klokkan 18.00.
Opið er tá bókasavnið er opið, tó leygardagin 5. juli, á sjálvari Varmakeldu, er opið frá 11.00 til 18.00.
Vælkomin at blaða og lesa, fáa vitan og kunning, lata upp hugflogið og njóta løtuna.