Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.06.2025 08:47

Minkandi undirtøka fyri HPV-koppseting

Tíðindaskriv/ Heilsustýrið

Heilsustýrið staðfestir við nýggjari uppgerð, at alt færri børn og ung verða koppsett fyri HPV. Tølini vísa ikki einans eina minkandi undirtøku, men avdúka eisini greiðar munir millum øki í landinum og millum kynini.

Heilsustýrið hevur gjørt upp tøl fyri, hvussu nógv børn millum 12 og 16 ár í Føroyum eru liðugt koppsett fyri HPV. Yvirskipaða gongdin er, at eitt greitt fall sæst í undirtøkuni fyri koppsetingini. Verður hugt at muninum millum tey, sum vórðu fødd í 2008 og í 2011, so sæst eitt sera stórt fall, sum bæði hjá gentum og dreingjum fer niður um eina helvt. Minkandi undirtøkan sæst hjá bæði gentum og dreingjum og sæst í flestu økjum í landinum, har fallið liggur millum 14 og 38 prosentstig. Bert í einum føri er undirtøkan vaksin hetta tíðarskeiðið, og tað er fyri dreingir í Suðuroynni, meðan undirtøkan fyri gentur stendur at kalla í stað í Vágum. 

Tølini vísa eisini, at í miðal fyri alt tíðarskeiðið og fyri bæði kyn samlað er undirtøkan fyri koppsetingini misjøvn í ymsu økjunum í landinum. Minsta undirtøkan er í Norðoyggjum og í Sandoynni, meðan besta undirtøkan sæst í Suðuroynni og í Streymoynni (høvuðsstaðarøkið ikki íroknað).

HPV-koppsetingin

HPV-koppsetingin er eitt ókeypis tilboð til øll millum 12 og 17 ár. HPV er eitt virus, sum smittar við kynsligari samveru og kann elva til fleiri ymisk sløg av krabbameini, eitt nú lívmóðurhálskrabba, krabba í svølginum, í baktarminum og í penis. Koppsetingin verjir móti meginpartinum av HPV-elvdum krabbameini, og uml. 90 % móti lívmóðurhálskrabba. 

Krabbamein, sum stendst av HPV, kann fyribyrgjast. Koppseting er besta verjan, og hon verjir ikki bert einstaklingin, men minkar eisini um HPV-smittu millum tey ungu. Nýggju tølini eru eitt greitt tekin um, at arbeiðið viðvíkjandi HPV og koppseting eigur at verða raðfest. Eitt nú er umráðandi at fáa boðskapin út um, at tilmælt verður, at dreingir eisini fáa koppsetingina, tí tað eru ikki bert gentur, sum fáa krabbamein orsakað av HPV. 

Nýggju tølini vísa nevniliga ein stóran mun millum kynini. Góð 80 % av teimum 16 ára gomlu gentunum í Føroyum eru liðugt koppsettar fyri HPV, meðan gott helvtin av 16 ára gomlu dreingjunum eru tað. Hjá teimum 13 ára gomlu liggja tølini á ávikavist 42 % fyri gentur og 25 % fyri dreingir. Hugsandi er, at munurin partvís kemst av, at føroyskar gentur hava fingið tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV í góð 16 ár, meðan tilboðið ikki varð sett í verk fyri dreingir fyrr enn í 2019.

Áminningarskipan á veg

Heilsustýrið arbeiðir við eini talgildari áminningarskipan, sum sjálvvirkandi sendir foreldrum eina áminning, tá barnið eigur at verða koppsett sambært tilmælunum. Áminningarskipanin fevnir eisini um HPV-koppsetingina, og málið er, at skipanin fer at økja um talið á teimum, ið fáa tilmældu koppsetingarnar.