Í gjár, um 13 tíðina seinnapartin, hendi eitt rættiliga álvarsligt arbeiðsóhapp á Regnarvegi á Toftum.
Tað var, tá ið menn frá fyritøkuni RTS, vóru í gongd við at brekka, tá brekkarin rakti niður á eina ósprongda løðing.
Spreingingin var ógvuslig og hoyrdist um alla bygdina. Grót, steinar og mold varð sprongt í allar ættir og onkrir miðalstórir steinar fóru niður ígjøgnum onkur tøk nærhendis. Meðan onnur hús eisini fingu smávegis skaða av steinum.
Arbeiðsmaðurin, sum sat og brekkaði í maskinuni og sat nærmast spreingingini, fekk mest sum ongan skaða av hendingini.
Arbeiðseftirlitið hevur verið á staðnum og kannar nú málið.
Myndir: Eysturoyarportalurin




