Í dag um 16.30 tíðina legði stóri stuttleikabáturin, My Lady, at við bryggju í Norðragøtu.
Báturin, sum er heimahoyrandi á Marshall Islands, er yvir 50 metur langur, er bygdur í Niðurlondum á Royal Hakvoort Skipasmiðjuni í 1994.
Eigarin á hesum stuttleikabátinum, er Lord Michael Ashcroft, úr Bretlandi. Hann er m.a. kendur sum topppolitikari, har hann eitt skifti var næstformaður í konservativa flokkinum í Bretlandi.
Í 2021 var hann sambært Sunday Times Rich List, tann 132 ríkasti persónurin í Bretlandi.
Í sambandi við vitjanina í dag, sigur borgarstjórin, Per Martin Gregersen við Eysturoyarportalin, at hetta er nakað sum umsitingin og politiska skipanin í Eysturkommunu hevur arbeitt miðvíst við í eina tíð. Og nú er so enduliga tað fyrsta av tílíkum skipum komi á vitjan.
Sum Eysturoyarportalurin skilir, so er Lord Michael Ashcroft við fylgi, umborð á ferðini í Føroyum.
Myndir: Eysturoyarportalurin
































