Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.06.2025 14:56

Soleiðis eitur nýggi bygningurin á Óðinshædd 

Tíðindaskriv/ LÍV

Tryggingarfelagið LÍV kunnger í dag nýggja navnið og búmerkið hjá nýggja bygninginum á Óðinshædd. Felagið útskrivaði navna- og búmerkjakapping fyrr í ár, og eftir at hava viðgjørt oman fyri hundrað innkomin uppskot, er dómsnevndin nú komin ásamt um nýtt navn og búmerki.

52 fólk vóru við í kappingini, og inn komu oman fyri hundrað uppskot. Norrøn gudalæra og serliga Óðin var afturvendandi tema millum mongu uppskotini.

– Vit eru ovfarin av stóra áhuganum og vilja takka øllum, sum hava tikið sær stundir at sent okkum síni uppskot, sigur Angela Lindenskov á Bøgarði, sum er marknaðarsamskipari í LÍV.

Navnið

Hóast mong uppskot um navn vóru góð, var tó einki, sum var nóg neyvt. Dómararnir høvdu heimild til at velja úr rúgvuni, sum teimum lysti – men teir høvdu eisini heimild til einki at velja. Tó fingu teir íblástur frá øllum teimum góðu uppskotunum, og úr hesum spratt eitt nýtt navn.

– Navnið er Óðinsbrú, og tað samspælir væl við staðsetingina. Brú er sjálvandi fornur formur av brúgv, og bygningurin stendur høgur á heygginum, har ið hann minnir eitt sindur um eina brúgv á einum skipi. Mann kann ímynda sær, at Óðin stendur á brúnni og skoðar yvir Nólsoyarfjørð, sigur Angela. 

Búmerkið

Hóast einki navn varð valt millum øll uppskotini, so var støðan øðrvísi í búmerkjakappingini. Millum øll tey snøggu uppskotini til nýggja búmerkið var tað eitt, sum beinanvegin skaraði framúr. Í sínum rámandi einfeldni var búmerkið nútímans, meðan klassiska litsamansetingin gav tí ein tignardám. 

– Sum sæst á myndini, hellir strikan uppi yvir O’num ikki, men er vatnrøtt. Hetta brýtur ortografisku reglurnar, men letur samstundis upp fyri nýggjum tulkingum. Meðan ein strika á skák umboðar spenning, umboðar ein vatnrøtt strika javnvág, neyvleika og tryggleika, og sostatt endurspeglar búmerkið sera væl virksemið í bygninginum, har ið millum annað Norðoya Sparikassi og vit í LÍV fara at halda til í næstum, vísir Angela á. 

Henry á Fríðriksmørk vann búmerkjakappingina, og sigur hann soleiðis um búmerkið: 

– Sæð sum reinir formar er búmerkið bert ein sirkul og ein strika. Summi hugsa kanska um binerdátur (null-tøl og eitt-tøl), onnur síggja kanska eina krónu úr gulli og hugsa pengar. Kanska onkur fær tilsipingar til okkurt heilagt so sum eina gloriu ella eina kongakrúnu. Eg vildi, at búmerkið skuldi vera opið fyri tulkingum.

Búmerkið verður sostatt partur av grafiska samleikanum hjá nýggja bygninginum, sum altso fer at eita Óðinsbrú. Og sigast má, at navnið og búmerkið hóska væl saman, tí sum ein heild umboða tey leiðslu, framskygni og tryggleika, ið júst eru lyklaorðini hjá LÍV og Norðoya Sparikassa, sum fáast við lívstryggingar og umsita pengar hjá øðrum.

– Vit hava longu vant okkum við nýggja navnið og búmerkið, so nú gleða vit okkum bara at flyta inn tann 4. august, sigur Angela Lindenskov á Bøgarði, marknaðarsamskipari í LÍV, at enda.