Grein
Nú endar ársins próvtøkutíðarskeið fyrsta dagin, og í dag, eins og í morgin og ovurmorgin fáa mong húgvuna, sum er tekin um, at miðnámsprógv er lokið.
Eisini síggja vit, at nýklaktir lærarar, námsfrøðingar og onnur verða útskrivað av Fróðskaparsetri Føroya, og mong hava júst endað sína tíð í fólkaskúlanum, antin við 9.floks ella 10.floks prógvi, og hetta er í stóran mun ein gleðistíð um tað, sum rokkið er, men eisini ein sorgblíð tíð, nú farið verður í ymsar ættir, frá tí kenda saman við góðum floksfeløgum til tað ókenda, sum er spennandi, men eisini kann tykjast avbjóðandi.
Í hesi tíð er tað viðkomandi at dvølja við, hvussu okkara próvtøkur eru fyriskrivaðar í lógum, kunngerðum og námsætlanum. Ikki minst, tí at vitlíki broytir nakrar fortreytir, sum vit sum samfelag hava arbeitt eftir í mong ár.
Eg havi tí orðað nakrar spurningar um vitlíki og próvtøkur eftir §52a í Tingskipanini til landsstýrismannin í útúgvingarmálum við hesum viðmerkingum:
Síðani vitlíki gjørdist alment kent og atkomuligt, er tað vorðið flestøllum greitt, at próvtøkuhættir, sum eru fyriskrivaðir í føroyskum námsætlanum og vegleiðingum kunnu tykjast høpisleysir. Ikki bert tí, at markið fyri, hvussu nógva hjálp ein próvtakari kann fáa frá umsetingarforritum, leitifunkum eftir talgildum tilfari og tílíkum, er trupult at áseta, men eisini tí, at øll undirvísing ígjøgnum skúlaárini er merkt av, hvat skal mátast við skúlaárslok, sambært ásetingum í lógum, kunngerðum og námsætlanum.
Leingi hevur verið tosað um, at námsætlanirnar til føroyska skúlaverkið mugu endurskoðast. Tá hevur verið hugsað um tað samlaða innihaldið av ásetingum um, hvat skal lærast á hvørjum skúlastigi. Nakað er gjørt, men seinastu árini er tað vorðið uppaftur meira átrokandi at fáa gjørt niðurstøður um, hvussu mátast skal, hvat næmingurin sjálvstøðugt dugir og megnar at framleiða til eina próvtøku. Eisini tí at próvtøkuhættir ávirka, hvussu undirvíst verður.
Herfyri var eitt álit handað landsstýrismanninum um eftirmeting av miðnámi í Føroyum. Undir kapitlinum meting av yvirskipaðu avbjóðingunum stendur undir pkt. 3.3: Próvtøkur, próvtøl, ársmet og nýggja tøknin, serliga vitlíki m.a. at «… í einum heimi við alsamt framkomnari hjálpitólum og møguleikum fyri at fáa hjálp, verður tað støðugt truplari at tryggja, at næmingarnir sjálvir hava skrivað síni svar. Hetta merkir, at royndir kunnu geva eina órealistiska mynd av førleikunum hjá næminginum og ikki lýsa teirra veruligu førleikar og vitan.» Og eitt av tilmælunum ljóðar so: «Skrivligu royndirnar í verandi líki skulu annaðhvørt takast burtur ella tillagast nýggja tøkniliga veruleikan við verkætlanum og skrivligum royndum uttan hjálpitól.»
Nevnda álit snýr seg um miðnám, men avbjóðingin við vitlíki í mun til skúlaarbeiði og próvtøkur viðkemur øllum undirvísingarverkinum. Tí verða hesir spurningar settir:
- Hvørjar eru tær ítøkiligu avbjóðingar vegna vitlíki í skúlahøpi sambært landsstýrismanninum og hansara øki?
- Er arbeiðið at endurskoða próvtøkuhættir vegna avbjóðingar við vitlíki byrjað?
- Hvør er tíðarkarmurin fyri broytingum í próvtøkuhættum í eini møguligari endurskoðan, og í hvønn mun kann arbeiðið verða framt innan verandi játtan til økið?
Á løgtingi, 23. juni 2025
Hanna Jensen, løgtingskvinna