Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m /s, samdrigið og ælaveður, norðanfyri bert lítið lot, minni enn 5 m/s. Seinnapartin veksur vindurin sunnanfyri upp í frískan vind upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s; norðanfyri lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Tað verður skýggjað og okkurt ælið. Í kvøld sum frá líður, um alt landið, lítið lot av ymsum ættum skýggjað og bert okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hitin millum 8 og 12 stig.
Sólarris: 03:33 Sólsetur: 23:24