Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.06.2025 09:39

Heildagstilboð í Skúlanum á Trøðni veruleiki

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Samstarvsavtala er undirskrivað millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið og Kommunufelagið um at skipa eitt heildagstilboð í Skúlanum á Trøðni. Við hesi avtalu er nú greitt, at tilboðið verður sett í verk við skúlabyrjan 2025, so skjótt alt er klárt.

Heildagstilboðið hevur til endamáls at bjóða børnum í ovaru lonunum í Skúlanum á Trøðni eitt samanhangandi tilboð, har skúli og frítíðartilboð eru savnað í eini heild. Hetta skal skapa størri tryggleika og samanhang í degnum hjá barninum og gera tað lættari hjá familjum at fáa gerandisdagin at hanga saman. Sostatt verður eitt ítøkiligt stig tikið ímóti einum skikkaðum og støðufestum heildagtilboði til tey børn í serskúlanum, ið hava størst tørv á tryggum og samanhangandi karmum.

“Hetta er eitt ítøkiligt dømi um, hvussu vit kunnu samstarva tvørtur um geirar barninum at frama. Við at savna skúlatilboð og frítíðartilboð í eitt heildagstilboð styrkja vit um samanhangin í lívinum og minka um óneyðug skifti í dagligdegnum. Hetta er eisini í samsvari við andan í Barnaverkætlanini, har vit seta barnið í miðdeplin”,  

sigur Djóni Nólsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.

Talan er um eina stig- og miðvísa útbygging av heildagstilboðnum, sum verður veitt sum royndarverkætlan í fyrstu atløgu. Málið er, at heildagstilboðið, tá tað er fult útbygt, skal rúma á leið 35 næmingum. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur leiðsluábyrgd, og tilboðið verður veitt í samstarvi við Almannaverkið og kommunurnar, sum eisini fíggja frítíðarpartin á tilboðnum. 

Heildagstilboðið í Skúlanum á Trøðni er ein nýskapandi verkætlan, har ætlanin er at eftirmeta tilboðið eftir royndartíðina, áðrenn støða verður tikin til, um talan skal vera um eina varandi skipan. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, og Torbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, hava undirskrivað samstarvsavtaluna.