Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.06.2025 15:38

Meting fyri viku 26, 2025

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Ísfiskalínuskipið fiskar norðanfyri og kemur vantandi at landa síðst í vikuni. Tað fiskar mest tosk og hýsu. Seks frystilínuskip eru við Føroyar, tvey eru á  Flemish Kap og eitt er á Grand Bank. Frystilínuskipini fiska mest av toski og kalva.

Útróður: Streymurin er harður alla vikuna. Veðri verður gott ein stóran part av vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Brúkiligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar. Tríggir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski. Tveir landa vantandi í vikuni, meðan tann triðji helst ikki landar fyrr enn i aðru viku. Ein er í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva.