Runavíkar Havn
Mánakvøldið 23. juni kl. 22 kemur ferðamannaskipið Hebridean Sky inn á Runavíkar havn. Skipið liggur við kai til týskvøldið kl. 18.30.
Umborð eru umleið 100 ferðafólk og manningin telur 72 fólk. Hebridean Sky hjá reiðarínum Noble Caledonia varð bygt í 1991 og er 90 metrar langt.
Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping og túrsmiður MB Tours.