Tekniski skúlin í Klaksvík
Fýra næmingar fingu handað prógv.
Í góðveðrinum í dag var prógvhandan á TSK, tá ið fýra næmingar á Serbreytini fingu handað prógv. Til prógvhandanina hildu Helena Jørmundson, forkvinna í Javna, og Maja Joensen, starvsfólk á Serbreytini, røðu fyri pisunum. Eftir prógvhandanina varð boðið til ábit.
Tey, sum fingu prógv, eru: Kristian Bólstein, Ronja Nysted, Laura Johannesen og Ronja Høghamar.
Vit vilja ynskja teimum hjartaliga til lukku við próvnum.
Eisini fingu Laura Johannesen og Kristina Zachariassen eina gávu fyri bestu uppmøting.
Fleiri myndir frá degnum eru at síggja á facebook vanganum hjá skúlanum: TSK