Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.06.2025 19:42

Nýtt graslíki á heimskenda sparkivøllin í Syðrugøtu

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í gjár bleiv nýtt graslíki lagt á gamla sparkivøllin í Syðrugøtu. Sparkivøllurin, sum t.d. er heimskendur sum ein av tónleikapallunum á G! festivalinum, og sum verður hildin har á hvørjum árið.

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu sigur fyri Eysturoyarportalinum, at arbeiðið við at dagføra sparkivøllin hevur gingið fyrimyndarliga væl og skjótt.

Asfalt varð lagt á í síðstu viku, og tók tað arbeiðið bert ein dag at gera. Tað varð fyritøkan Kreton sum stóð fyri tí arbeiðinum.

Og Føroya Møblasøla hevur staðið fyri arbeiðinum at leggja nýtt graslíki á. Og tað arbeiðið tók eisini bert nakrar tímar, áðrenn tað varð liðugt og avgreitt, sigur hann.

Nú manglar bert at seta nýggju fótbóltsmálini upp. Og at fáa ljósviðurskiftini dagførd. Tað verður vónandi alt liðugt áðrenn G! festivalin, sum fer av bakkastokki 17. juli, sigur Per Martin Gregersen.

Myndir: Eysturoyarportalurin