Tekniski skúlin í Klaksvík
Tummas á Lakjuni gjørdist fyrsta pisan á Tøknibreytini
Tummas á Lakjuni, ið gongur á Tøknibreytini, hevur í morgun sum ársins fyrsta pisa fingið húgvuna á høvdið.
Tummas var uppi í Samfelagsfrøði B, har økisleiðarin á Tøknibreytini, Kjartan Sleire, er lærari og somuleiðis tann ið settið húgvuna á høvdið.
Sum siður er, so slapp fyrsta pisan at vinda flaggið á stong.
Nakrar myndir frá løtuni eru facebook og instagram vangunum hjá skúlanum.
Prógvhandan verður úti í Grøv mikudagin kl. 10, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Hjartaliga til lukku við húgvuni, Tummas.