Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.06.2025 22:50

Atli Gregersen: Eg vil fegin spæla finaluna

Atli Gregersen eftir dystin í kvøld (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Tað sigur liðskiparin á Víkingaliðnum, Atli Gregersen, við Eysturoyarportalin, eftir dystin í kvøld móti B68.

Fyrr í ár tók Atli, saman við Eyðuni Klakstein, yvir sum landsliðsvenjari á A-landsliðnum eftir at Håkan Ericson var sendur til hús.

Ein av treytunum fyri, at Atli kundi gerast hjálparvenjari, var, at hann gavst at spæla fótbólt á hægsta stigið.

Ein avtala var gjørd millum Fótbóltssamband Føroya og Atla Gregersen, at Atli skuldi gevast eftir at Víkingur var liðugt at spæla altjóða dystir í summar. Ein avtala, sum nokk undraði mong.

Enn eru altjóða dystirnir hjá Víkingi ikki byrjaðir. Men í kvøld gjørdist so greitt, at Víkingur verður annað liðið í ársins steypafinalu 2025. Nokk stórsti dystur í føroyska fótbóltskalendarinum.

Og tískil spurdur vit Alta um íkomnu støðuna:

-Eg vil fegin spæla hesa finaluna. Tað er eingin ivi um tað. Eg eri 43 ára gamal og hetta er 10 finalan hjá mær, also um eg sleppi at spæla hana.

-Veit ikki hvat nú hendir. Men øll sum hava spælt fótbólt vita, at ein finala er nakað av tí allar størsta ein leikari kann spæla í. Og eri eg einki undantak. Tað hevði verið super at sloppið at enda við finaluni tann 31. oktober og sett eitt endaligt punktum fyri míni fótbóltsyrkisleið, sigur Atli Gregersen.

Alti Gregersen, sum hevur 59 A-landsdystir á sínum CV, gjørdist 43 ára gamal sunnudagin, og hevur leikt í alt 9 finalur í løgmanssteypinum og vunnið 6 av teimum.

Hann var ikki við í finaluni í 2022, tá ið hann hevði leikbann.