Hevur tú eina tænastusinnaða tilgongd, ert væl skipað/ur og dugir væl at samstarva? So kanst tú vera tann, vit leita eftir til alideild okkara á Vónini við Norðskála.
Um starvið
Sum partur av sølutoyminum á Vónini kemur tú at hava ein týðandi leiklut í dagliga arbeiðinum millum kundar og sølufólki okkara.
Serliga er tað marknaðir so sum Stóra Bretland, Kanada, Ísland og Føroyar.
Leiklutur verður at tryggja, at tilboð, bíleggingar og kundatænasta verða framd á einum høgum støði.
Arbeiðsuppgávur fevna m.a. um:
- Móttøku og viðgeran av kundabíleggingum
- Tilboðs arbeiðið og prísáseting
- Dagføring av kundaskráum og handilsligum upplýsingum
- Samskifti við kundar um vørur, levering og treytir
- Tætt samstarv við sølufólk, veitarar, framleiðslu og goymslu
Vit vænta, at tú:
- Hevur eina tænastusinnaða og professionella tilgongd
- Royndir sum alari er ein stórur fyrimunur
- Dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga – á føroyskum, enskum og skandinaviskum
- Hevur góðan telduførleika
- Arbeiðir sjálvstøðugt, er fyrikomandi og tekur ábyrgd
Vit bjóða tær:
- Eitt fjølbroytt og mennandi starv í einum væl skipaðum umhvørvi
- Møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
- Góða innleiðslu og hjálp frá royndum starvsfeløgum
- Ein part av einum fryntligum og dugnaligum toymi
- Løn og treytir sambært avtalu og førleikum
Umsóknarfreist og kunning
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. juni 2025.
Send umsókn og lívsrensl til sp@vonin.com og viðmerk “sølu- og kundasamskipari”.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Signar Poulsen á tel. 22 20 26 ella sp@vonin.com.
Um Vónina
Vónin er ein av heimsins fremstu framleiðarum av útgerð til fiski- og alivinnuna. Felagið hevur deildir í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Noregi, Litava, Danmark og Skotlandi, og starvsfólkatalið er umleið 450.
Deildin á Norðskála stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av aliútgerð og tænir kundum bæði í Føroyum og uttanlands. Í løtuni starvast 25 fólk á deildini.