Føroya Ráfiskakeyparafelag
Føroya Ráfiskakeyparafelag fegnast um, at Føroyar nú hava fingið heilsufrøðiliga landagóðkenning í Brasil. Praktisk viðurskifti skulu tó fáast upp á pláss, áðrenn tað ber til at útflyta
Í farnu viku vitjaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, brasilsku sendistovuna í Danmark. Har fekk hon handað skriv frá brasilskum vararáðharra við heilsufrøðiligari landagóðkenning.
Góðkenningin hevur við sær, at tað í komandi tíðum fer at bera til at útflyta fiskavørur til Brasil. Áðrenn føroyskar fyritøkur kunnu útflyta fiskavørur til Brasil, skulu ymisk praktisk viðurskifti tó fáast upp á pláss.
“Í 10-15 ár hevur Ráfiskakeyparafelagið arbeitt saman við myndugleikunum fyri at fáa eina landagóðkenning, sum er fyrsta fortreyt fyri, at vit yvirhøvur kunnu útflyta føroyskar fiskavørur til Brasil. Tí eru vit sera væl nøgd við, at hetta týdningarmikla stigið loksins er komið upp á pláss”, sigur Jógvan Hansen, formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag.
Stórur áhugi fyri saltfiski
Serliga føroyskir saltfiskaframleiðarar hava víst áhuga fyri at útflyta saltaðar fiskavørur til Brasil, og áhugi hevur eisini verið hjá brasilskum innflytarum. Møguleiki verður tó eisini at útflyta aðrar fiskavørur.
“Brasil er eitt av fáu londunum í heiminum, sum etur stórar nøgdir av saltaðum fiskavørum. Við góðum 200 mió. íbúgvum er tað sum útgangsstøði ein áhugaverdur marknaður. Nú fáa vit so møguleikan at útflyta fiskavørur tann vegin, og tað er ein góður møguleiki afturat verandi marknaðum í Suðurevropa. Í síðsta enda er tað tó ein spurningur um prís”, greiðir Jógvan Hansen frá.
Landagóðkenningin kemur eftir, at brasilskir heilsufrøðiligu myndugleikin (MAPA) vóru á vitjan í Føroyum í fjør, har tey lótu væl at viðurskiftunum. Enn er ikki greitt, hvussu langa tíð tað tekur at fáa praktisku viðurskiftini upp á pláss, men sum skilst kann tað sannlíkt vera klárt tíðliga í heyst.
Á myndini eru Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, Jógvan Hansen, formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum og Gunvør Balle, fakligur leiðari í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.