Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.06.2025 07:37

Varandi Vinna eitt ár á baki

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Eftir einum ári er netverkið Varandi Vinna vorðið ein týðandi pallur fyri samstarvi og samskifti í grøna orkuskiftinum. Higartil eru 32 fyritøkur limir í netverkinum

Mikudagin 11. juni var ársfundur í netverkinum Varandi Vinna. Vinnuhúsið setti netverkið á stovn í 2024 við tí endamáli at savna fyritøkur, sum vilja arbeiða miðvíst við burðardyggari menning. Netverkið hevur sostatt eitt ár á baki.

32 fyritøkur eru limir í netverkinum, sum er skipað í tveimum sporum. Fyritøkur hava í stóran mun somu avbjóðingar á hesum øki, men tað er stórur munur á, hvussu langt fyritøkurnar eru komnar á burðardygdarøkinum.

Limafyritøkurnar eru:

·   ArtiCon, Bakkafrost, Betri Banki, Betri Trygging, Effo, Elektron, Faroe Ship, Føroya Banki, Føroya Tele samtakið, Gist & Vist, GroAqua, Hiddenfjord, J&K Petersen Contractors, KJ, MEST, Mowi Faroes, Poul Michelsen, Smyril Line og Vónin

·   Atlantic Airways, Arctic Import, Búsetur, Føroya Bjór, MTV Byggivirkið, Posta, Poul Hansen, Renovent, Sandavágs Timburhandil, Tryggingarfelagið LÍV, Univice, Vága Floghavn og Varðin Pelagic

Lætt at máta ávirkan
Fyrsta árið hevur staðfest, at stórur tørvur er á samstarvi, samskifti, vitanardeiling og praktiskum amboðum. Tískil hevur netverkið lagt dent á at velja hóskandi amboð og at skipa arbeiðið soleiðis, at fyritøkurnar kunnu máta, greina og skráseta neyðug tøl á ein einfaldan og effektivan hátt.

Góðar skipanir og einfaldar mannagongdir tryggja gjøgnumskygni og gera tað lættari hjá fyritøkunum at raðfesta og fremja átøk heldur enn at brúka óneyðuga tíð og orku upp á sjálva innsavningina og skrásetingina.

Krevur samstarv
Fyrsta fokusøkið hjá netverkinum hevur verið útlát, har limafyritøkurnar hava fingið álagt at seta mál um at minka útlátið í vav 1 og 2 í tráð við París-sáttmálan. Lyklatølini fyri 2024 fevna um 30 av 32 fyritøkum. 

Tølini vísa, at limafyritøkurnar eiga heili 29% av samlaðu orkunýtsluni í Føroyum. Samlaða útlátið er 318.154 tons COí vav 1 og vav 2. 

Í arbeiðnum at lækka útlátið leggja fyritøkurnar um frá olju til el. Almenna føroyska málið er enn, at vit hava 100% varandi elorku í 2030, og tað er grundarlagið undir flestu av settu útlátsmálunum hjá limafyritøkunum. 

Hóast nógv bendir á, at vit ikki fara at røkka almenna føroyska málinum í 2030, er enn einki annað mál fráboðað. Málið um 100% varandi elorku í 2030 varð sett í 2014. Síðani tá hevur parturin av varandi orku í elskipanini ligið millum 38% og 60%. 

Í 2024 lá hann beint undir 57%. Skulu vit nærkast 100% um fimm ár, krevur tað eitt vælskipað samstarv millum allar avvarðandi partar. Neyðugt er at umrøða leiklutin hjá vinnuni í orkuskiftinum og loysa tær forðingar, sum steðga framburðinum í dag. 

Í 2024 vóru 271 GWt av varandi elorku, og av teimum áttu privatar fyritøkur 115 GWt. Uttan privat initiativ var varandi parturin munandi lægri.


Ritmynd 1 – Føroyska elframleiðslan 2014-2024

Nýggir limir í stýrinum
Á ársfundinum varð nýtt stýri valt. Í fráfarna stýrinum sótu Poula Michelsen, Regin Jacobsen, Turið F. Arge, Mouritz Mohr, Anna Kalsø, Bjartur V. Hjaltalin og Niels Winther. Í nývalda stýrinum sita:

·       Ingunn Eiriksdóttir, Betri Trygging

·       Jón H. Atlason, Hiddenfjord

·       Ulla Joensen, Elektron 

·       Mouritz Mohr, MEST Shipyard 

·       Anna Kalsø, J&K Petersen Contractors

·       Bjartur Vestergaard Hjaltalin, Búsetur

·       Niels Winther, Vinnuhúsið – House of Industry

Les ársfrágreiðingina 2024/2025 frá Varandi Vinnu her.