Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sum út á dagin og kvøldið veksur upp í frískt lot til frískan vind av útsynningi og vestan, 5 til 10 m/s. Skýggjað, í støðum tám ella mjørki, og eisini okkurt ælið ella sirm í støðum.
Mánamorgun lítið lot um sunnan, minni enn 5 m/s, sum fyrrapartin veksur upp í lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. 7 til 12 stig.
Sólarris: 03:34 Sólsetur: 23:20