Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.06.2025 07:38

Arbeiðsdagur í Nesvík – nú leygardagin!

Mynd: Trúboðin

Trúboðin

Árligi arbeiðsdagurin í Leguhúsinum í Nesvík verður nú leygardagin 14. juni, sum longu er nevndur her
Vit byrja við morgunmati og andakt kl. 9.00, og arbeiðsdagurin endar umleið kl. 16.00. Vit arbeiða bæði úti og inni – og tørvur er á nógvum hjálpandi hondum.
Sigvald Zachariasen, ið er húsavørður, hevur skrivað ein lista yvir arbeiðsuppgávur, sum vit vóna, at tú kundi hugsað tær at hjálpt til við. Okkurt er fyri øll!

Vegna matgerð, vinaliga, boða frá luttøku á sigvald@mission.fo ella við at ringja til 230076.
Takk, um tú vilt koma við at veita eina hjálpandi hond!

Uppgávur leygardagin – eitt úrval:

• Gardinir
• Skógvahyllar
• Rudda goymslurúmið í høllini
• Loysn til bóltar og ringar
• Frystirúmið
• Rudda 205, hurðin í 105 og Neystið
• Reinsa frárensl á vesunum
• Loysn til borðtennis-bóltar og batt
• Barnasikringar til vindeygu
• Flugunet
• El-arbeiði
• Gera loftið í nýggju kamarslonunum liðugt
• Rudda og hampa runt Leguhúsið
• Umvæla hegnið móti økinum hjá Fiskaaling
• Vaska kømur
• Rudda rack-skáp og tøknirúm
• Gera borð til teldu og dempa ljós í tøknirúmi
• Hurdastopparar á vegg (í ambodsrúmi og inngongd)
• Loft-hátalarar í gongini rigga ikki
• Ruskilat í vaskirúmi í kjallaranum
• Orðna loft-puntar í høllini
• Mála nýggju girðingina við vøllin (um viðrar)
…og møguliga okkurt annað, sum vit taka eftir tørvi.