Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.06.2025 10:23

Meting fyri viku 24, 2025

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Ísfiskalínuskipið er til fiskarí og kemur vantandi at landa síðst í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Føroyar og fimm eru á  Flemish Kap . Frystilínuskipini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Nøkur landa í vikuni.

Útróður: Streymurin er brúkiligur. Veðri verður gott í vikuni, so vit rokna við nógvum útróðri. Brúkiligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar. Tveir er í bretskum sjógvi og fiska svartkalva. Báðir landa í vikuni. Tveir eru  á Íslandsryggin at fiska tosk. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva við Føroyar.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí. Fiskaríið er brúkiligt. Tvey pør fiska gulllaks.