Í kvøld verður tað fjórðu ferð, at Føroyar og Gibraltar, møtast í einum A-landsdysti hjá monnum.
Fyrstu ferð hesi bæði londini møttust, var á Victoria Stadion á Gibraltar, tann 11.mars í 2011. Tað var undir leiðslu av íranum Brian Kerr.
Hetta var samstundis ein óalmennur A-landsdystur, við tað, at Gibraltar ikki hevði fingið limaskap í UEFA og FIFA.
Dysturin varð leiktur í sera vánaligum veðrið, og tapti Føroyar heilt óvænta 3-0.
Tveir av teimum sum vóru við tann dagin, og sum eisini eru við í hópinum kvøld, eru Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson.
Hæddarpunkt frá dystinum kunnu síggjast her:
Næsti dysturin, sum varð leiktur landanna millum, varð leiktur tann 1. mars í 2014, og varð hann eisini leiktur á Victoria Stadion niðri á Gibraltar.
Dysturin endaði við einum tryggum 4-1 sigri til Føroyar. Málini hjá føroyingum skutu Jóan Símun Edmundsson, Hallur Hansson og Christian L. Holst (2). Tá stóð Lars Olsen á odda fyri Føroyum.
Hæddarpunkt frá dystinum: https://kvf.fo/netvarp/sv/2014/03/03/gibrforweb
Og triðju ferð vit møttu Gibraltar, varð eisini ein vinardystur. Tað varð tann 26. mars í 2022 Hesin varð eisini leiktur á útivølli á Gibraltar. Hesu ferð undir leiðslu av Håkan Ericson. Dysturin endaði við einum sera skuffandi 0-0 javnleiki.
Hæddarpunkt frá dystinum:
https://kvf.fo/netvarp/sv/2022/03/28/22032832gibraltarforoyar
Dysturin í kvøld millum Føroyar og Gibraltar, verður lektur á Tórsvølli, og byrjar kl. 19.45.