Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.06.2025 22:45

Setrið skal greina amerikanskar ætlanir í Arktis

Fróðskaparsetur Føroya

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eitt greiningarrit um ekspansiva amerikanska politikkin í Arktis og ávirkanina á Ríkisfelagsskapin

Eitt toymi við Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya á odda hevur fingið slakar 250.000 krónur til at kanna og lýsa hóttanirnar hjá amerikansku stjórnini um at taka ræði á Grønlandi, og ta søguligu kreppu, sum hetta hevur elvt til millum Danmark og USA. 

Spentu viðurskiftini millum Danmark og USA kunnu fáa stórar avleiðingar fyri Ríkisfelagsskapin og viðurskiftini millum Danmark, Grønland og Føroyar. Og samstundis sum amerikanski forsetin, Donald Trump, kroystir donsku stjórnina, verða krøv sett í Føroyum og Grønlandi um at fáa størri sjálvræði.

Endamálið við greiningarritinum er bæði at lýsa ekspansiva amerikanska politikkin í Arktis søguliga og samtíðarliga og at meta um møguligar avleiðingar fyri Ríkisfelagsskapin.  

Umframt granskarar á Fróðskaparsetrinum skulu granskarar úr Danmark og Grønlandi eisini vera við í greiningararbeiðnum.

Verkætlanarleiðari er Heini í Skorini, sum er lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. 

Stuðulin verður latin av granskingarskránni fyri uttanríkis- trygdar- og verjupolitikk, sum kallast FASDiNA. Skráin er fíggjað av donsku stjórnini og hevur til endamáls at menna vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk í Norðuratlantshavi og at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark um gransking á hesum øki.