Lesarabræv
Tá eg hevði lisið bókina, hugsaði eg um mína tíð, sum ungur
Tónleikasøgan vekir minni.
Eftir at eg var fermdur fór eg til skips. Elstur av nógvum systkjum, mátti eg hjálpa til í húsarhaldinum.
Mamma hevði stríðið av at gera klæðini til ein grønlandstúr. Alt fór í ein klæðsekk og tá eg skuldi skifta klæði, tók eg eina rullu av klæðum, sum hoyrdu til eina skiftu, úr klæðsekkinum. Hesin lítli smádrongurin fekk vegleiðing um, hvussu ofta hann skuldi skifta.
Eg var í klædningi, tá eg var fermdur. Tað var ivasamt, um eg fekk nýggjan.
Babba var á agnsild við Havsbrún, teir gjørdu ein skjótan og góðan túr, 200 kr. í part. Tað var fyri klædningin.
Eg keypti búnýti, sum vóru neyðug í húsarhaldinum. Sofu, radio, miksara, frystikassa, v.m. Eg minnist, at frystikassin kostaði 2000 kr., miksarin 975 kr. og radio 600 kr.
Eg hevði áhuga í at læra at spæla uppá okkurt ljóðføri. Tí keypti eg eina gittar og eina harmoniku, og hartil ymisk skeið, at gera meg dugnaligan. Fleiri skeiðini vóru, ódugnaligari gjørdist eg.
Eg keypti mær stálband, og seinni plátuspælara. Tá bar til.
Sambært tónleikasøguni hjá Rana, er stálbandið uppfunnið í Týsklandi undir Seinna Heimsbardaga. Hitler brúkti stálbandið til propagandu, tí við stálbandinum kundi tað tykjast, sum um hann røddi fleiri staðir samstundis, uttan at nakar legði hetta til merkis.
Hvannasund lá aftanfyri tann tá kenda tónleikaheimin. Onkur visti um, at leitaði man á millumbylgju, kundi ein hoyra nýggjan tónleik. Radio Luxembourg, mest brak og onkur tóni.
Eg fór við øðrum skipi, har snakkaðu teir, sum høvdu skil fyri tónleiki, um eitt orkestur, sum nevndist ”Battles”.
Eg kendi ikki orðið tineygjari. Tá eg hevði verið fyrsta túrin og komin aftur, var eg virdur sum vaksin.
Tá bergholini norð um fjall vóru sprongd í gjøgnum, lat heimurin seg upp. Hetta hevði størri týdning fyri okkum, enn eitt suðuroyggjarberghol hevur fyri suðuroyingar.
Vit mentunarligu tilafturskomnu unglingar sluppu til Klaksvíkar. Vit kundu ganga í gjøgnum bergholini, við lummalykt og í gummistilvum, og fara í dans.
Hvørjir vóru hesir villmenn sum buðu upp til dans? Genturnar stóðu undrandi, skelkaðar og sóu út sum spurnartekin.
Líka løgdu vit í, tí vit høvdu lært nøkur dansitrin í Norðdepli.
Tineygjaratíðin hjá mær kom, tá eg var farin um tineygjaraaldur. Tá møtti eg teimum klæðum, sum eru umrødd í tónleikasøguni.
Rani skrivar so rørandi og eyðmjúkt um tey svørtu, at tað kundi verið Nolsøe familjan, sum var umrødd.
Bókin er víðfevnd, har er tónleikasøga, søga, búskapur, religión og ikki minst psykologi. Psykologiðin er í stórum parti av bókini, og brúkt til at kúga tey svørtu.
Eg eigi abbason, sum skal í skúla í summar, hann var ikki gitin tá Rani fór at skriva bókina. Eg hugsi sum lærari, her er eitt gullnám hjá framhaldsdeildini og eisini hjá miðnámi.
Rani hevur gjørt arbeiðið, vit kunnu súpa róman oman av rómastampinum. Nútíðar bøndur kenna ikki rómastamp, tí verður flødi kallaður rómi. Flødi, tað sum flýtur omaná (norrønt).
Áðrenn SEV kom norður í Trongan vóru fá radio í bygdini. Eg minnist at tey vóru tvey. Eitt úti í Bug og tað hjá okkum, sum babba hevði keypt undir krígnum í Onglandi.
Eitt radio var eisini í Múla, eigarmaðurin var Olaf. Tá húsini Har Heima vóru tikin niður og flutt til Danmarkar, var nakað av fyrireiking. Danir komu á vitjan og vóru inni á gólvinum hjá Olafi. Teir undraðust yvir, hví radio stóð upp eftir enda og spurdu hví so var. Olaf var hittinorðaður og svaraði lige ved en mulemand hvordan et radio skal vende.
Sannleikin var, at ein loydningur var leysur.
Stórhending var, tá SEV kom norður um fjall. Tá komu fleiri radio, tí nú var ikki neyðugt at senda akkumulatorarnar til Havnar at løða. Ljósmotorarnir, sum bert gingu tá myrkt var, vóru avtiknir.
Til hátíðarhaldið yrkti Johan Christiansen eina frálíka yrking. Eitt ørindi ljóðaði soleiðis:
Nú hava tær komfýrar og sentrifugur við,
ein mixari teim matin ger, og støvið ei fær frið, og strúkijørn tey gløða, nei sum tó alt bleiv flott, og SEV tað heila drívur okkum bæði dag og nátt.
Tað sær út til, at konurnar fingu tann størsta lættan, tá SEV kom. Nú var líka gott at búgva norðuri í myrkrinum, sum úti í stóru verð.
SEV gjørdi tað møguligt hjá tónleikinum at koma norður í Sund. Eitt orkestur ”Sunds Boys” varð stovnað. Eg veit ikki hvussu tað endaði, kann bert staðfesta, at nýggjar tónleika tíðir, vóru komnar norður á Trongan.
Søgan um populertónleikin, sum sprettir úr negro spiritual millum trælirnar í suðurstatunum, og seinni mentist til blús, jazz, gospel, kontry og rhythm og blues, áðrenn rokk’n’rollurin, sum Cesar hevði sagt kom sá og sigraði á øllum heiminum, við Simma og Roberti og hinum slóðarunum, sum eisini brutu ljóðmúrin í Føroyum.
Soleiðis byrjar tónleikasøgan.
Vit verða leidd í gjøgnum hendingar, har hugflogi um, hvussu tey svørtu skulu viðfarast, so niðurgerandi og ómenniskjaliga, er óendaligt.
Borgarakríggið varð ein bati. Eftir at Abraham Lincoln varð myrdur, vóru lógir gjørdar, sum høvdu til endamáls at kúga tey svørtu. Og síðan komu Jim Crowe lógirnar (1874-1975) um rasuskilna. Tað er onkrar hendingar, sum kunnu kallast sólskinssøgur, tær eru fáar.
New Orleans var býur, sum í fyrstani ikki var so illa raktur av Jim Crow lógunum. Har hittust ein ørgrynna av ymiskari mentan úr øllum heiminum:
Bandittar, ævintýrarar, peningaspælarar, útstoytt, kriminell, spaniólar, týskarar, eingilsmenn, írar, fransmenn, indiánarar, kinverjar og italienarar.
Ein hópur av bønarfólki, og tey fjølgaðust.
New Orleans var eisini heimstaður hjá kreólum, sum vóru eftirkomarar av fronskum og sponskum niðursetufólkum, tey høvdu ljósa húð, vóru fræls og múgvandi, tey høvdu evropisku fedrarnar sum fyrimynd, og høvdu trælir.
Tey vóru klassiskir tónleikarar og vóru stoltir. Tey spældu til dans, jarðarferðir, karneval og føstulávintsveitslur.
Fyri Borgarakríggið vóru tvey fulltíðar symfoniorkestur í býnum – eitt fyri hvít og eitt fyri kreólar. New Orleans var tí ein kókandi pottur av ymiskum mentanum, dynamiskur og fullur av tónleiki. Kanni eg egið plátu- og fløgusavn, finni eg nógv heiti í bókini hjá Rana.
Tað fyrsta eg taki í hondina er Sweet Little Sixtin hjá Chuck Berry (1926-2017). Hetta var mítt fyrsta keyp av LP.
Eg nevni nakrar fáar plátur og fløgur úr savninum:
Louis Armstrong, Tiger Rag, Billie Holiday, The Classic Decade. That Ole Devil Called Love, Ella Fitzgerald, The Classic Decade, First Lady of Songs, Paul Robson, OL’ Man River, Nat King Cole, The Trouble With Me Is You, John Denver, Rasmus á Gørðum og aðrar plátur, Rani Nolsøe, Ókendar Leiðir.
Øll heitini eru ikki nevnd í tónleikasøguni.
Fleiri av hesum listafólkum hava haft eina syrgiliga lagnu. Úr hesum neyðardýpi og longu líðingarsøgum spruttu klassisku negro spirituals, ið gjørdist tað jørðildi, sum populer tónleikurin spratt úr.
Billie Holiday er eitt gott dømi um forfylging. Hon framførdi sangir fyri bæði hvítum og svørtum. Sangurin gjørdi hana til eina treytaleysa stjørnu longu sum 23 ára gomul. Tað at hon hevði dirvi at framføra fyri øllum, tók lívið av henni.
Hon fekk hvítar óvinir, sum vildu henni alt ónt, snarur vóru lagdar fyri hana, hon endaði í fongsli, sat innilæst í 1,5 ár. Tá hon kom út aftur, bóru myndugleikarnir so í bandi, at hon ikki slapp aftur at framføra. Heilsan var vánalig, hon var løgd inn á sjúkrahús við trupulleikum við hjartanum. Hon var handtikin og løgd í hondjørn meðan hon lá doyggjandi í sjúkrasongini. Hon andaðist einans 44 ára gomul.
Í 1935 fór hending fram, sum eisini fór at merkja okkara samtíð. Frank Sinatra gjørdist heimsins fyrsta tineygjara idol, hann var ikki rasistur.
Í bókini eru fleiri síður, sum eru sera áhugaverdar, 196, James Dean, 197 Sidney Poitier, 200 Bill Haly, 201 Poul McCartney, 203-4 lýsing av ungdóminum í 1950-árunum, 181 SO KOM DRONGURIN ÚR TOPELO, ELVIS, gleðið tykkum!
Føroyska tónleikasøgan fær gott pláss.
- Bresturin úr Vági
- Baker Hansen
- Radio Luxemburg
- Simme
- Tey av Kamaranum
- Faroe Boys
- Robert
Bókin er skrivað á góðum klaksvískum talumáli. Talumálið gevur bókini egna rútmu. Lýsingarorð í hópatali verða nýtt, og seta lív í bókina.
Rani, takk fyri, hetta hevur verið ein góður túrur.
Christian Poulsen
F.v. lærari á Vinnuháskúlanum