Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.06.2025 15:38

Almenn móttøka fyri Niels Jákupi Thomsen

Tíðindaskriv/ Bókadeild Føroya Lærarafelags

Í sambandi við, at Niels Jákup Thomsen fer frá sum stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri aldur, verður almenn móttøka í hølunum hjá Føroya Lærarafelag á Pedda við Stein gøtu 9, Tórshavn, fríggjadagin 20. juni frá kl. 15 til 17.

Vit bjóða góðan mat og drekka, og høvi verður at siga nøkur orð. Eisini verður høvi at heilsa upp á Sigfríð S. Sólsker, ið tekur við sum stjóri eftir Niels Jákup.

Øll eru hjartaliga vælkomin.