Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.06.2025 12:24

Spyr um gjøldini fyri lostænastur

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Tíðindaskriv

– Hvør er orsøkin til, at gjøldini fyri havnaloðsingar ikki eru broytt síðani 1. januar 2013, og hvussu samsvara gjøldini fyri havnaloðsingar í Føroyum við gjøldini, sum eru galdandi í londunum uttanum okkum?

Tað spyr Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, í einum § 52a fyrispurningin til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu. Løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita, hvat tað merkir fyri lønirnar hjá loðsunum, at gjøldini ikki eru broytt í so langa tíð, og hvør orsøkin er til, at lønirnar hjá loðsum ikki fylgja nøkrum sáttmála á arbeiðsmarknaðinum? Eisini spyr hann, um ætlanir eru um at broyta hesi viðurskiftini.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Helgi Abrahamsen, at sambært løgtingslógini um havnaloðsing skulu gjøldini, ið verða kravd fyri loðsingar, fíggja útreiðslurnar, sum kommunurnar hava av loðsskipanini. Tað vil siga, at útreiðslurnar kunnu ikki vera størri enn inntøkurnar, ið skipini rinda fyri loðsingina. 

Í kunngerðini um loðsing, gjøld o.a. verður ásett, hvat skip skulu rinda fyri at fáa loðs umborð, men tey gjøldini eru ikki broytt síðani 1. januar 2013. 

Lønin, sum loðsarnir fáa, er ikki knýtt at nøkrum lønarsáttmála, og lógin sigur, at gjøldini skulu fíggja allar útreiðslurnar (eisini lønarútreiðslurnar). 

– Tá gjøldini ikki eru broytt í 12 ár, er rásarúmið til at lata lønirnar fylgja lønarvøkstrinum í samfelagnum blivið minni og minni, sigur Helgi Abrahamsen, sum við fyrispurninginum vil varpa ljós á hesi viðurskiftini. 

Sirið Stenberg skal svara spurninginum í seinasta lagi tann 18. juni.