Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.06.2025 10:35

Toppsteinurin á Vaglinum!

Mynd: Eiðis kommuna

Toppsteinurin er komin frá Eiðisvatnið.

Soleiðis skrivar Eiðis kommuna, nú steinurin, í gjár, varð settur á vaglið á Eiði, til prýðis.

í gomlum døgum varð vanligt hjá Eiðisfólki, hjá bæði børnum og vaksnum, at svimja á Eiðisvatnið.

Tað varð djúpt úti við hendan steinin, og varð tað næstan sæð sum eitt bragd um onkur tordi at svimja út og runt um hann ella kavað í vatnið av honum.

Sum skilst, so hevur hesin steinurin og Eiðisvatn, spælt ein stóran leiklut í svimjingini hjá Eiðisfólki í gomlum døgum.

Myndir: Eiðis kommuna