Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.06.2025 17:56

Framløga um føroyska bátin

Mynd: Báta-og listasavnið í Leirvík/Kristfríð Tyril

Í morgin, týsdagin 3. juni, skipar Báta- og listasavnið í Leirvík fyri framløgu um føroyska bátin.

Kristina Djurhuus Christiansen frá Tjóðsavninum kemur at greiða frá um upprunan til føroyska bátin.

Eftir tað verður eitt sokallað sofaprát, har Hanna Jensen kemur at tosa við Andrass F. Joensen og Tummas Thomsen um Hvanngarð, “nýggjasta” bátin á savninum, sum nýliga er komin aftur til Føroyar, eftir at hann hevur staðið í Norra í 86 ár.

Tiltakið er alment, byrjar kl. 19.30 og øll eru vælkomin.