Almanna- og mentamálaráðið
Seinnapartin hevur verið skipað fyri føðingardegi í sambandi við at Ásla Dam í dag fyllir 100 ár.
Dagurin varð hildin á Hotel Hafnia, har nógv fólk vóru komin at heilsa uppá Áslu og familju hennara. Eisini Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, varð boðin við og bar hann í hesum sambandi fram røðu.
Niðanfyri ber til at lesa røðuna:
–
Góða Ásla, til lukku við teimum hundrað árunum.
At sleppa at halda eina 100 ára føðingardagsrøðu er í sær sjálvum ein heiður. Og fyri mín part er hetta serliga serligt, tí hetta verður mín fyrsta 100 ára røða í mínum yrki sum landsstýrismaður. Satt at siga ikki bara í yrkinum sum landsstýrismaður, men í lívinum yvirhøvur.
Og tað er ongin loyna, at mítt ættarlið er fleiri ættarlið aftanfyri tygara. Eg eri umleið javngamal við tygara barnabørn. Tí gav hetta høvið mær ein eyðsæddan og spennandi møguleika at hyggja aftur á tey seinastu hundrað árini, tygum hava livað.
Í tygara lívsskeiði hava verið stórar samfelagsligar broytingar og menningin hevur verið stór. Hjá mær er sjálvandi ógjørligt at siga, hvør broyting hevur verið tann størsta.
Eg havi tó ein vin úr Svínoy. Í aldri er hann nokk beint ímillum okkum bæði. Og hann hevur meira enn eina ferð fortalt mær um, tá tey fingu elektrisitet í oynna. Eg hugsaði sjálvur, um tað mundi vera ljós ella sjónvarp, sum hann var spentur uppá, men veruliga kollveltingin, sigur hann, var frystiboksin. Tað var liðugt við at eta saltaðan mat næstan hvønn dag. Maturin bleiv góður, leskiligur og fjølbroyttur. Sambært honum broytti frystiboksin heilt einfalt lívið.
Hetta hava tygum eisini upplivað, og alla broytingina gjøgnum tíðina. Tygum vóru jú har, áðrenn vegir og tunlar bundu oyggjarnar saman, áðrenn liðugt gjørdar vørur vóru til keyps í handlinum. Tygum vóru har í tíðini, áðrenn klokkur vóru á hvørjum skøvningi, og heldur ikki nakrar órógvandi fartelefonir, sum ofta merkja, at vit nóg illa geva teimum ans, sum vit eru í rúmi saman við.
Tað var tíðin, tá børnini meira enn nú spældu frítt um tún og teigar, sjálvt um ein partur av spælinum var at taka lut í tí arbeiði, sum tey vaksnu gjørdu.
Tygum eru fødd og uppvaksin á Nesi suðuri í Vági, og foreldur tygara vóru Hans Djurhuus av Nesi úr Vági, og Louisa úr Hvalba. Tey fingu saman stóran systkinaflokk, samanlagt 10, har tvey doyðu stutt eftir føðing. Fýra av tínum systkjum settu búgv í Danmark, meðan tygum, Ásla, saman við hinum trimum, vórðu verandi og settu búgv her heima í Føroyum.
Tannárini og ungdómsárini vóru tygum nógv mest saman við systkjum og systkinabørnum úti á Nesi, har skúlin eisini var. Tað var ta tíðina tá ferðalærari var 14 dagar í Nesi og so 14 dagar í Víkabyrgi.
Frá skúlatíðini er eitt serligt minni, tá tygum saman við eini hundrað øðrum føroyskum skúlabørnum í 1937 vitjaðu Danmark, ein serlig og spennandi uppliving. Eg kann kanska til stuttleika nevna, at abbi mín, Jákup, úr Sørvági var henda sama túrin árið fyri. Hann gjørdist tíverri ikki gamal maður, men tá eg síðstu vikurnar havi nevnt hetta fyri fólki, at tygum vóru í Danmark við skúlabørnunum, so hava fleiri sagt, at satt at siga hava nógv, ið røkka høgum aldri verið handan túrin.
Lívsleiðin tygara, Ásla, gjørdist tann sama sum hjá flestu ungu kvinnum tá í tíðini. Dreingir fóru til sjós og gentur at tæna. Eisini tygum tæntu og so arbeiddu tygum somuleiðis í fiski í Vági eitt tíðarskeið. Og júst tað – at tæna – hevur verið ein eginleiki, sum hevur verið eitt eyðkenni fyri tygum. Bæði úti og heima hava tygum altíð hjálpt til.
Tað var hin 15. mars í 1949 at tygum vórðu hjúnvigd Johannes Dam, vanliga róptust Hannis, úr Havn.
Saman vórðu tit bæði, Ásla og Hannes, ríkaði við 4 børnum: fyrst Ketty fødd í 1950, so Louisa fødd í 1952, síðani Gunnleyg føddur í 1954 og yngstur sonurin Hans Christian føddur í 1959. Og tey hava so aftur ríkað tygum við heili 11 ommubørn og higartil 18 langommubørn.
Tað var úti í Svanga í Havn at tit bæði settu búgv, í dag á Marknagilsvegnum. Tá í 1949 var hetta lang uttan fyri býin. Tygum vóru húsmóður og partur av tí var at hava bæði seyð og kúgv. Partur av mjólkini varð seldur og hetta var eitt gott íkast, ikki minst tá tygum bestiltu klæðir til børnini úr Dals Varehus.
Nógvar vikur av summarfrítíðini vórðu hildnar har suðuri á Nesi, har tit leitaðu tykkum til hugnað tykkum saman við børnunum og familju og vinum.
Tygum hava altíð verið virkin, dáma væl at ganga túrar og nú í aldurin er høgur, so verður rollatorurin tikin í brúk. Eitt ítriv tygum altíð hava dámt so væl er at binda. Og so er tað ikki av vegnum at sleppa at leggja seg á sofuna og taka ein lúr seinnapartar.
Eitt annað, sum ikki má gloymast er vikuligi túrurin til frisør.
Tygara andaliga heim er og hevur verið í Brøðrasamkomuni, sum í Havn er Ebenezer. Har hava tygum verið virkin og sungið við í kórinum.
Tygum kunnu sanniliga minnast og hyggja aftur á eitt langt og ríkt lív. Viðførið tygara við upplivingum, við lívsroyndum, og við innliti, er á tremur. Kvinnur frá tygara samtíð, hava sanniliga arbeitt og stríðst, og hava tit við gleði tikið tykkum av heiminum og alt upp børnini.
Og vit eru takksom og stolt av tykkum. Nógv hava tit lagt eftir til okkara, ið nú skulu føra arvin víðari fram. Høvdu vit í Føroyum ikki átt slíkar slóðbrótandi kvinnur, vóru vit nógv fátækari í dag, bæði andaliga og handaliga.
Í øllum arbeiðinum, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólki, hava útint, hava tygum lagt ein stóran arv eftir tygum, sum nútíðarsamfelagið kann heysta og byggja víðari á.
Eg fari at enda við tveimum ørindum úr yrkingini Móðir Mín, sum Símun av Skarði yrkti til mammu sína á hennara sjeyti ára degi.
-“Heima” er so hjartaligt eitt orð,
heima er tó altíð best at verða;
hvar á foldum falla míni spor,
heimið eg í huga tó man bera.
-Tøkk, mín móðir! fyri kærleik tann,
tygum niður í mítt hjarta løgdu;
tí ið syndamein sárt í mær brann,
kærleikur tá sárið aftur grøddi.
Eg fari at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld. Og enn einaferð hjartaliga til lukku við degnum verður ynskt tygum og tygara avvarðandi og eg takki fyri meg.