Í gjár, 29. mai, var alment hátíðarhald í Bátasavninum í Leirvík, eftir at 200 ára gamli báturin hjá Syðrugøtumonnum, Hvanngarður, nú aftur er komin til Føroyar at standa.
Hvanngarðurin hevur verið farma- og grindabátur hjá Syðrugøtumonnum, og er smíðaður um ár 1830 ella stutt aftaná.
Hann hevur staðið í Norra síðani 1938, tá ið Syðrugøtumenn seldu hann.
Myndir: Bátasavnið í Leirvík





































































