Sjóvar kommuna
Kommunustýrisfundur 28.05.2025, kl. 17:00
Mál nr.: Ikki mál
Málslýsing: Roknskapur 2024. Skal góðkennast og undirskrivast
Mál nr.: 210-1-2025, roknskapur hjá SKS til góðkenning
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ársroknskapurin fyri 2024 hjá Skálafjarðar Sløkkiliðið til góðkenning
Mál nr.: 211-1-2025, eykajáttan til Roðan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Onnur viðgerð av eykajáttan til Roðan
Mál nr.: 215-1-2025, Strandatún 4
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til, at Sjóvar kommuna keypir ognina Strandatún 4, vísandi til tilmæli frá T&B og tekniska leiðara. Somuleiðis mælir fíggjarnevndin til, at 3,5 mió. kr. verða játtaðar til keyp og viðlíkahald og, at peningur verður fluttur av RS-665, Ídnaðarøki, til RS-611, Umsiting av ognum. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 104-11-2025, broyting í viðgerð av stuðulsumsóknum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Mentanar- og frítíðarnevndin mælir til at broyta mannagongdirnar í viðgerðini av stuðulsumsóknum. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 541-21-2019, Dávagerði II
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Formaðurin í Tøkni- og býarskipanarnevndini kunnar um málið.