Hagstova Føroya
Samlað varð útflutt fyri 12,5 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá apríl 2024 til mars 2025. Tað er umleið tað sama sum undanfarna skeið.
Útflutningurin fyri mars er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin fyri tíðarskeiðið apríl 2024 til mars 2025 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.
Fiskavøruútflutningurin er minkaður 97 milliónir krónur, ella 0,8 prosent. Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur aftur, harundir laksur, svartkjaftur, sild og lodna, meðan útflutningurin av flestu øðrum fiskasløgum gongur fram.
Útflutningurin av laksi er minkaður 44,4 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Virðið stendur so at siga í stað, meðan nøgdin er vaksin góð 13 prosent.
Útflutningsvirðið av makreli er vaksið 640,9 milliónir krónur, ella 68,2 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin knøpp 9 prosent.
Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli og lýsi er samanlagt minkaður við einarai knappari milliard krónum.
Les alla greinina her