Skála Ítróttarfelag skrivar í dag:
Nú um dagarnar, meðan felagið hevur rundað tey 60 árini, eru nýggir sáttmálar gjørdir við tveir av ungu lyklaleikarunum hjá Skála ÍF. Talan er um Martin Johansen og Bjarta Thorleifsson, ið hava undirskrivað nýggjar sáttmálar, galdandi til og við kappingarárið 2026.
Martin Johansen er 21 ára gamal, upvaksin inni á Byrgi á Strondum, og hevur eins og beiggjarnir Dávid og Jákup, góð og eyðsæð fótbóltsevni. Hann trívst væl í tí álopskenda plássinum á miðjuni, og hevur vónir um at røkka 1. plássinum á málskjúttaralistanum fyri 1.deild í ár, hóast tað er kapping um plássið – ikki minst frá liðfeløgum á Skála. Martin fekk sínar fyrstu minuttir í Betri deildini frá byrjan av kappingarárinum 2022, og hevur annars eisini verið fastur fúsur í U21 og 2.deild seinnu árini.
Bjarti Thorleifsson er 21 ára gamal og uppvaksin á Skála. Øll fótbóltsárini hevur hann verið ágrítin og hartarbeiðandi, og fekk Bjarti sínar fyrstu minuttir í betri deildini í maj 2022. Ofta sæst hann á vøllinum, hóast ongin skipað venjing er, har hann venur skot, avleveringar og bóltføringar, umframt at hann drívur á tá skipað venjing er. Menningin seinnu árini hevur verið eyðsæð, og nú bankar Bjarti uppá hjá U21 landsliðnum. Bjarti er ein verjuskansi á høgra bakki, men hevur eisini góðar dygdir í tí álopskenda spælinum.
Spennandi verður at fylgja menningini hjá hesum báðum evnaríku leikarunum. Vit í Skála ÍF fegnast um at teir eisini komandi kappingarár eru ein partur av hópinum, og ynskja til lukku við sáttmálanum!
