Fótbóltssamband Føroya
Við 2-1 sigri á Noregi tryggjaði Holland sær leygardagin evropameistaraheitið 2025 fyri U17 landslið við gentum.
Holland er evropameistari 2025 fyri U17 landslið við gentum.
Leygardagin møttust Holland og Noreg í finaluni, sum varð spæld á Tórsvølli, og úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til Holland, sum var á odda 2-0 í steðginum.
Longu í triðja minutti legði Tess Van Der Vliet tær appilsingulu á odda, og beint fyri hálvleik økti Derks Ranneke um hollendsku leiðsluna.
Noreg svaraði aftur, tá ein lítil tími var spældur, við máli sum Marie Moen Preus skoraði. Men nærri komu okkara grannar fyri eystan ikki, og Holland er hervið fimta landið, ið vinnur EM fyri U17 landslið við gentum.
Aftaná dystin varð hollendska Derks Ranneke kosin besti spælari í kappingini, meðan Marie Moen Preus hjá Noregi gjørdist toppskorari við fimm málum.
EM endaspælið í 2026 verður í Norðurírlandi.
Evropameistarar 2007-2025
2007/2008 – Týskland
2008/2009 – Týskland
2009/2010 – Spania
2010/2011 – Spania
2011/2012 – Týskland
2012/2013 – Pólland
2013/2014 – Týskland
2014/2015 – Spania
2015/2016 – Týskland
2016/2017 – Týskland
2017/2018 – Spania
2018/2019 – Týskland
2021/2022 – Týskland
2022/2023 – Frankaríki
2023/2024 – Spania
2024/2025 – Holland