Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.05.2025 08:59

Skála Ítróttarfelag 60 ár

Í gjár hevði Skála Ítróttarfelag føðingardag. Felagið hevur nú 60 ár á baki.

Á heimasíðu felagsins verður skrivað soleiðis:

Í dag hevur okkara kæra Skála Ítróttarfelag føðingardag – heili 60 ár eru liðin síðani felagið varð sett á stovn, tann 15. mai í 1965.

Skála Ítróttarfelag hevur áður luttikið í kappróðri, hondbólti, fótbólti, flogbólti og badminton. Í dag er felagið eitt fótbóltsfelag burturav.

Vit vilja við hesum takka øllum, sum hava verið við til at myndað felagið hesi 60 árini: leikarum, venjarum, nevndarlimum, hjálparfólki, viðhaldsfólki og øllum teimum mongu, sum hava stuðlað felagnum gjøgnum øll árini. Tit eru grundarlagið undir øllum tí, sum Skála Ítróttarfelag stendur fyri í dag.

Vit síggja frameftir við vón og gleði – og gleða okkum til áhaldandi at menna felagsskapin.

Hjartaliga til lukku við degnum, Skála Ítróttarfelag