Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.05.2025 08:55

Almenn áheitan á Føroya Løgting

Haldið tykkum til verandi lóg!

Fakfelagssamstarvið heitir staðiliga á Føroya Løgting um at halda seg til verandi lóg og atkvøða ímóti uppskotinum hjá landsstýrinum, um “broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)”.

Løgtingið samtykti í 2014, at pensjónsaldurin kann hækka við einum hálvum ári fimta hvørt ár. Lógin ásetur eisini, at Løgtingið skal meta um støðuna á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn pensjónsaldurin verður hækkaður. Við hesi nýggju lógini sleppur Løgtingið sær undan at hyggja vanliga føroyingin í eyguni og viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum.

Løgtingið hevur við heimild í verandi lóg samtykt at hækka pensjónsaldurin til 67,5 ár í 2025 og til 68 ár í 2030. Nú er ketan hjá landsstýrinum lopin av, og tey ætla at bróta “kontraktina” fyri, hvussu pensjónsaldurin kann hækka.

Fakfelagsamstarvið hevur bæði skrivliga og munnliga mótmælt uppskotinum og víst á aðrar leiðir. Um landsstýrið hevði nakað samband við fakfeløgini og fólkið, so hildu tey seg til verandi lóg.

Vit kunnu á ongan hátt góðtaka, at Løgtingið í óðum verkum samtykkir eitt uppskot, bara so at roknistykkið sær betri út. Hvat verður so næstu ferð roknistykkið ikki gongur upp?

Uppskotið um pensjónsaldurin kemur til triðju viðgerð í Løgtinginum mánadagin 19. mai.

Fakfelagssamstarvið vil heita á allir tinglimir at vísa landsstýrinum aftur á beint og atkvøða “Ímóti” uppskotinum um “broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)”.

Við fakfelagskvøðu

Fakfelagssamstarvið