Fiskamarknaður Føroya
Línuskip. Ísfiskalínuskipið fiskar eyst-norðanfyri og kemur at landa í vikuni. Eitt frystilínuskip siglur heim av Flemish Kap og trý eru ávegis á Flemish Kap og fimm eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er hampuligur, men harðnar seinni í vikuni. Veðri verður gott, so tí vantað vit nakað av fiski frá útróðrabátunum. Smáligt fiskarí
Djúpvatnstrolarar. Tríggir eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Føroyar.
Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí. Fiskaríið er brúkiligt. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Tríggir trolbátar eru úti og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.