Føroya Arbeiðsgevarafelag
Við 13 fyritøkum á eyðsýndum og væl vitjaðum landabási var føroyska vinnan aftur í ár væl umboðað á heimsins størstu fiskavørustevnu.
Í døgunum 6. mai til 8. mai varð heimsins størsta fiskavørustevna, Seafood Expo Global, hildin í Barcelona. Á føroyska landabásinum, sum hevur verið fastur táttur á stevnuni síðani 1992, tóku 13 fyritøkur lut hesaferð. Hetta er 31. ferðin, at skipað verður fyri Seafood Expo Global.
Á stevnuni eru í alt 2.187 luttakandi fyritøkur úr 87 londum, og áhugin úr Føroyum at taka lut á 51.217 fermetra stóra stevnuøkinum er vaksandi. Umframt tær 13 fyritøkurnar vitjaðu ein røð av føroyskum fyritøkum og vinnulívsfólkum stevnuna.
Fyritøkurnar, sum mannaðu føroyska landabásin í ár, vóru Bakkafrost, Hiddenfjord og Varðin Pelagic, Enniberg, JFK og Kósin, Landshandilin, Maresco og North Pelagic og PRG, Rainbow Seafood og Vaðhorn.
Tað var Menningarstovan, sum samskipaði landabásin fyrstu árini, men seinastu árini hevur Vinnuhúsið tikið ábyrgdina, og soleiðis varð eisini í ár. Aftur í ár gjørdi og sniðgav lýsingafyritøkan Sansir 428 fermetra stóra básin. Hetta tryggjaði eina professionella og eyðsýnda umboðan.
Seafood Expo Global byrjaði sum lítil stevna í belgiska høvuðsstaðnum Brússel, men flutti til Barcelona, sum árini liðu. Stevnan er partur av fiskavørurøðini, sum Diversified Communications skipar fyri kring heimin – í Norðuramerika, Evropa og Asia.