Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.05.2025 08:35

Frísisk sendinevnd vitjaði Mentanarnevndin

Mynd: Løgtingið

Løgtingið

Ein frísisk sendinevnd vitjaði í dag, hósdagin 8. mai 2025, Mentanarnevndina í Løgtinginum. 
Vitjanin var partur av eini størri kunningarferð hjá sendinevndini í Føroyum. Evnini, ið serliga vóru umrødd, vóru mál og útbúgving.

Á odda fyri frísisku sendinevndini var Arno Brok, kongaligur kommisserur í Frísalandi. Við í ferðalagnum vóru millum annað Eke Folkerts, ráðharri fyri mál, umboð fyri frísiskar kommunur og stovnar, umframt serfrøðingar innan málmenning og útbúgving.

Á fundinum greiddi formaðurin í Mentanarnevndini, Sólvit E. Nolsø, frá støðuni hjá føroyska málinum í eini broytingartíð. Hann vísti m.a. á tær avbjóðingar og møguleikar, sum knýta seg at sosialum miðlum, vitlíki, talgilding, málpolitikki og mentanarligari sjálvsfatan.

Eisini vóru aktuell viðurskifti innan útbúgving umrødd. Komið varð eitt nú inn á manglandi føroyskt frálærutilfar, tørvin á føroyskari hugtaksmenning, vaksandi tørvin fyri undirvísing í føroyskum sum annaðmál og politiskar ætlanir um at styrkja møguleikarnar hjá føroyingum at nema sær útbúgving í heimlandinum.

Eins og føroyskt hevur frísiskt eisini verið undir trýsti, og áhugin fyri at styrkja og varðveita mál og mentan var greiður frá báðum pørtum. Á fundinum varð eisini kjakast um týdningin av at menna málið á øllum samfelagsøkjum og tryggja tilfeingið, sum skal til, fyri at málini kunnu hava lív lagað í einum støðugt broytandi heimi.

Spjaldur