Í morgun 8. mai kom ferðamannaskipið Ambition hjá Ambassador Cruise Line inn á Runavíkar havn fyri fyrstu ferð í ár.
Runavíkar Havn upplýsir at, skipið, sum eisini vitjaði seinasta ár, liggur við kai frá kl. 9.00 til 20.00 í dag.
Umborð eru umleið 1200 ferðafólk, og manningin telur umleið 670 fólk.
Ambition, sum er 216 metrar langt, hevur longu nú bílagt kaipláss fleiri ferðir í ár, 2026 og 2027.
Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping, og MB Tours er túrsmiður.
