Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.05.2025 16:16

Løgtingið samtykt eykajáttan til nýggjan búfelagsskap á Toftum

Mynd: Almanna- og mentamálaráðið

Almanna- og mentamálaráðið

Í farnu viku samtykti Løgtingið eina eykajáttan til Almannaverkið á 1,5 mió. kr. til at fara undir virksemið á nýggja búfelagsskapinum á Toftum. Talan er um 18 íbúðir til fólk við sálarsjúku og autismu, umframt felagshølir, sum Bústaðir útvegar Almannaverkinum. 

Eg fegnist stórliga um hesa verkætlan, tí tørvurin á vardum bústøðum er ovurstórur”, sigur landsstýrismaðurin Eirikur í Jákupsstovu.

Landsstýrismaðurin vitjaði á staðnum í farnu viku. Bygningurin er um at vera liðugur, og verður avhendaður Almannaverkinum 1. august, og búfólkini kunnu byrja at flyta inn í september.