Skála Ítróttarfelag
Hósdagin 3. apríl var árligi tilmeldingardagurin hjá Skála Ítróttarfelag hildin
Veðrið var av tí besta og nógv fólk vóru møtt í og uttanfyri ítróttarhøllina á Skála.
Talið av børnum, sum meldaðu seg til á degnum, var nakað omanfyri 220.
Meiningin var, at øll børn, sum meldaðu seg til á degnum, skuldu fáa eina t-shirt, men vit høvdu tíverri bílagt ov lítið inn. Øll tey, sum ikki fingu eina t-shirt útflýggjaða, men skrivaðu seg upp, kunnu vænta at fáa boð skjótt. Tær eru ávegis.
Eftir loknan tilmeldingardag, spældu 1. deild menn ímóti B71 og vunnu 3-1.