Sambandsflokkurin á Fólkatingi
Sambandsflokkurin heldur, at Suðuroyartunnilin átti at verið fíggjaður umvegis eitt statslán úr Danmark. Tí tók Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, málið upp til umrøðu í fólkatingssalinum í dag, tá munnligir fyrispurningar vóru á skrá.
Anna Falkenberg vildi vita, um danska stjórnin er sinnað at veita eitt statslán.
Mette Frederiksen segði í fólkatingssalinum, at danska stjórnin altíð er positiv, tá tað snýr seg um mál, sum kunnu styrkja samstarvið í ríkinum.
Forsætisráðfrúan vísti ikki aftur, at landsstýrið hevur sett seg í samband við donsku stjórnina um málið.
Sí svarið frá Mette Frederiksen til Annu Falkenberg her:
https://www.facebook.com/sambandft/videos/2021353265023219