Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.05.2025 14:31

Vælkomurøðan á Bátafestivalinum á Toftum 3. mai 2025

Nes kommuna

Høgni Waag Høgnesen helt vælkomurøðuna á Bátafestivalinum á Toftum leygardagin 3. mai.

Kæru áhoyrarar!

Í 1895 segði tann høgt virdi enski alisfrøðingurin Lord Kelvin nakað soleiðis: ”flogfør, sum eru tyngri enn luft, eru óhugsandi”. Kelvin var sannførdur um, at tað fór at verða ómøguligt at skapa nóg stóra uppdrift til at vinna á vektini á einum flogfari, sum var tyngri enn luft, og tað var heldur ikki gjørligt at gera so stóra maskinu, sum kravdist fyri at halda einum flogfari á flogi.

Men uppáhaldið hjá Kelvin varð skjótt gjørt til skammar – og tað so dyggiliga. Bara átta ár seinni – í 1903 – flugu Wright-brøðurnir sum teir fyrstu eitt flogfar, sum var tyngri enn luft. Besta flogið tann dagin var 255 metrar og vardi 59 sekund. Longu í 1919 flugu Alcock og Brown sum teir fyrstu millum tveir heimspartar – úr St. Johns í Ný Foundlandi til Írlands. Restin er søga, sum tikið verður til – tað er helst eingin, sum er staddur her í dag, ið ikki hevur roynt at flogið millum lond.

Hvat hevur hetta við Bátafestivalin á Toftum at gera? Um vit skulu brúka flúgvingina sum myndamál, so fleyg fyrsti Bátafestivalurin hvørki serliga høgt ella serliga víða: suppa var til tær 39 bátsmanningarnar, nakrar heilt fáar framførslur vóru á skránni og so var dansur í tjaldinum.

Tað var stórt sæð tað!

Kanska vóru fólk aðrastaðni líka so skeptisk sum Lord Kelvin, tá ið tey frættu um ein bátafestival á Toftum. Tað kann eg einki siga um. Men veruleikin er, at bátafestivalurin er farin frá at vera eitt lítið tiltak til eitt stórt, afturvendandi tiltak við einari drúgvari skrá.

Tað hevur borið til, tí at fólkið á staðnum hevur skapt ta uppdriftina, sum er neyðug fyri at fáa bátafestivalin uppfrá á hvørjum ári og at halda honum á flogi í eitt vikuskifti. Feløg, Nes kommuna og ein fjøld av einstaklingum – eisini fleiri, sum eru fødd og uppvaksin í kommununi, men nú búgva aðrastaðni – koma trúliga at hjálpa til fyrsta vikuskiftið í mai.

Forsøgan til bátafestivalin á Toftum hevði einki við saltvatn og sigling at gera. Hon byrjar við einum 10. flokki her, sum skuldi uttanlands at ferðast. Næmingarnir guldu til felagskassan hvør í sínum lagi, skipaðu fyri bingo, seldu fisk og annað – men meira skuldi til. Fleiri vóru uppskotini um inntøkugevandi tiltøk, og eitt uppskot um ein bátafestival fekk góða undirtøku. Eitt bátafelag varð stovnað við sjeymannanevnd at standa fyri einum bátafestivali, og ein reglugerð bleiv smíðað, sum ásetti reglur fyri útgjaldi av stuðli.

Avgerð varð tikin um, at fyrsti bátafestivalurin á Toftum skuldi vera fyrsta vikuskifti í mai í 2005. Vit herjaðu á eftir Pippi-prinsippinum: ”Hetta hava vit ongantíð roynt fyrr, so tað klára vit púra vist”.

Vit høvdu ikki roynt hetta fyrr, so tað var strævið – eg skal ikki dylja fyri, at tað var sera strævið. Men tað var eisini hugaligt og stuttligt, tí vit vóru so nógv, sum vóru felags um fyrireikingarnar: allir 10. floksnæmingarnir, teirra foreldur og systkin og nevndin í bátafelagnum – og øll hesi drógu í sínum lag næstringar og vinir uppí, og so úteftir! So hjálpin var stór – eisini fíggjarliga, og Nes kommuna var tá ein veldigur viðspælari og hevur verið tað líka síðani. Somuleiðis hevur bátafestivalurin havt trúgvar vinnulívsstuðlar øll hesi árini.

Hetta vóru tær kreftirnar, sum skaptu uppdriftina til at fáa fyrsta bátafestivalin á flog og at halda honum á flogi.

Tá ið fyrsti bátafestivalurin á Toftum var av, søgdu tølini 39 bát­ar og ein húsvognur og fitt av vitjandi annars; nú eru bátarnir upp í 70, húsvognarnir áleið 30 og gestirnir fleiri hundrað. 10. flokkurin fekk 15.000 kr. til uttan­lands­ferðina og 15.000 kr. lupu av til nýstovnaða bátafelagið.

Tað er eitt stórt arbeiði at fyriskipa bátafestivalin. Áðrenn vit sleppa framat, so hevur kommunala toymið ruddað grundina, so at siga: ruddað og spulað økið av einslistum. Listin er langur, tá ið herskarin av bygdarfólki so fer til verka. Tjøld skulu setast upp, dansigólv skal leggjast á, borð og stólar skulu setast upp, tónleikapallar og ljós skulu setast upp og ravmagn setast til, sølubúðir skulu setast upp og mangt, mangt annað, sum skal vera klárt, tá ið gestirnir koma. Og tað er eitt stórt arbeiði at halda bátafestivalin gangandi – at servera suppuna, sum Nes kommuna bjóðar øllum gestum, at standa í sølubúðum, at taka av borðum osfr. o.s.fr.

Longu frá fyrsta degi varð skapt ein orka og ein felagsskensla kring hetta nýggja tiltakið. Tað vóru og eru trý viðurskifti, sum skapa hesa felagskensluna og dríva verkið – skapa uppdriftina:

– tað er undirtøkan í nærumhvørvinum, bæði fíggjarligur stuðul og tann hjálpin, sum vit fáa frá fólki hvørt einasta ár – tað ger, at tað gevur meining, tí bara við dyggu undirtøkuni letur tað seg gera;

– tað er upplivingin av, at hava sæð bæði børn og vaksin hugnað sær á undanfarnum bátafestivalum – tað gevur okkum hugin til verkið; og

– tað er sosiali felagsskapurin, sum er millum øll tey, sum eru uppií (fólk í øllum aldursbólkum) – tað gevur okkum áræði og orkuna

Skúlaflokkar og feløg hava verið partur av fyrireikingunum øll árini, og hesi fáa eitt oyra fyri teirra íkast og ger sjálvsagt sítt fyri teirra viðkomandi.

Maður er mans gaman, sigur gamalt orðatak – sum helst hevði verið orðað meira kynsneutralt, um tað varð uppfunnið í dag. Sosiala samveran eru felagsnevnarin fyri ein festival. Fyri at hava gaman, mugu vit vera saman ella koma saman. Í øldir hava føroyingar ferðast sjóvegis, mest í álvarsørindum, men eisini til gamans í øðrum bygdum.

Seinastu mongu árini hevur tað vundið upp á seg at hava bátar bara til gamans – stuttleikabátar. Tað er ein frøi og ein vøkur sjón at síggja allar bátarnar stevna at bryggju, og ikki minst at uppliva tað huglagið, sum teir og manningarnar skapa á kaiøkinum. Umstøðurnar eru góðar, men áðrenn langt umlíður fara teir at leggja at í einari nýggjari bátahavn – einari marina, ið eisini fer at hava eitt modernað vælveruøki.

Endamálið við bátafestivalinum hevur øll árini verið at hava eitt vikuskifti, har børn og vaksin kunnu hugna sær í einum maritimum umhvørvi – ókeypis ella fyri lítið og lætt. Matur, tónleikur, dansur og sangur, eisini felagssangur, eru týðandi partar av sosialu samveruni á festivalinum – og uppdriftin, ið felagsskapurin hevur megnað, hevur gjørt, at fyri hvørt ár, er skráin blivin størri og størri. Aftur í ár hevur ein stór fjøld av fólki kýtt seg fyri at geva øllum eina góða uppliving.

“Lívið er gott, tá ið vit eru glað“, segði Frants pávi og legði afturat: “men lívið er uppaftur betri, tá ið vit gleða onnur“. Eg vóni, at tit – tá ið bátafestivalurin er av – kunnu sanna, at tað hevur eydnast okkum.

Góðu áhoyrarar,

– tit, sum búgva her og her um leiðir; tit sum eru komin sjóvegis; og tit sum eru komin akandi!

Við hesum orðum fari eg at bjóða øllum at vera vælkomin á Bátafestivalin á Toftum 2025!

Takk fyri!