Eystanljóð
Í døgunum 8 og 9. mai 2026 fer Eystanljóð at skipa fyri kórfestivali.
Kórið Eystanljóð hevur fyrr skipað fyri kórfestvali bæði tá kórið fylti tíggju, tjúgu og tredivu ár og nú tá kórið fyllir fjøruti fara vit aftur at bjóða inn. Umframt at skipa fyri kórfestivali á rundu føðingardøgunum hjá kórinum, hevur kórið eisini tikið nakrar eykavaktir, so tá vit telja kórfestivalini í 2026 við verður hetta sættu fer, at kórið skipar fyri kórfestivali.
Kórstevnurnar, ið Eystanljóð hevur skipað fyri, hava verið hildnar ymsa staðni. Tvær í Gøtu Kirkju, tvær á Miðnámsskúlanum á Kambsdali og ein í Løkshøll. Hvussu og hvar kórfestivalurin verður skipaður hesa ferð, er ikki greitt enn. Umframt omanfyrinevndu støð er Varpið lagst afturat sum møgulig staðseting.
Kórið fer ein av nærmastu døgunum at taka støðu til staðseting.
Í Eystanljóði gleða vit okkum longu nú til at taka ímóti kórsangarum úr øllum Føroyum í mai 2026.