Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.05.2025 07:08

Føroysk Miðlafólk fjølgast

Mynd: Føroysk Miðlafólk

Tíðindaskriv

Aðalfundurin hevur umrøtt krav felagsins um rættin til egnan sáttmála fyri limirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum

Føroysk Miðlafólk er eitt fakfelag í vøkstri, og limatalið er nú farið upp um 50. Aðalfundurin staðfestir, at við teimum stóru avbjóðingum, alt miðlalandslagið stendur í, hevur tað týdning at standa saman í einum fakfelag, sum hevur fult fokus á yrkið. 

Í apríl noyddist felagið Føroysk Miðlafólk at stevna landsstýrinum eftir samráðingarrættinum. Stevningin, ið kom eftir úrslitaleysar samráðingar í nærum eitt ár, varð latin Føroya Rætti 7. apríl. Rætturin hevur givið landsstýrinum boð um at svara stevningini í seinasta lagi 21. mai. 

Sáttmálin millum Føroysk Miðlafólk og Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri miðlafólk á privata arbeiðsmarknaðinum fer úr gildi 1. november. 

Nýggj nevnd farin til verka

Føroysk Miðlafólk høvdu aðalfund fyri góðari viku síðani, leygardagin 26. apríl. Umframt formansfrágreiðing, góðkenning av roknskapi, nevndarval og so framvegis, vóru eisini tríggjar framløgur á skránni á aðalfundinum. Advokatur felagsins gekk ígjøgnum stevningina móti landsstýrinum og svaraði spurningum. Limirnir fingu eina støðulýsing av arbeiðsumstøðunum hjá journalistum í Føroyum, og komandi kringvarpsstjórin greiddi frá sínum ætlanum fyri almenna public service stovnin. 

Nevndin í felagnum hevur nú skipað seg eftir aðalfundin leygardagin 26. apríl:

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður

Georg L. Petersen, næstformaður

Krista J. Kreutzmann, kassameistari

Uni Arge, skrivari

Jónfinn Stenberg, nevndarlimur

Tiltakslimir eru John Johannesen og Jens Kr. Vang.

MYNDATEKSTUR: 

Nýggja nevndin í Føroyskum Miðlafólkum farin til verka. Frá vinstru: Jón Brian Hvidtfeldt, Georg L. Petersen, Krista J. Kreutzmann, Uni Arge, Jónfinn Stenberg.