Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.05.2025 15:15

Adolfo Sormani sendur til hús

Mynd: Eysturoyarportalurin

So gekk tað ikki longur. HB boðar í dag frá, at venjaratoymið við Adolfo Sormani á odda hevur lagt frá sær, og at felagið nú skal hava nýggjan høvuðsvenjara.

HB skrivar soleiðis:

Venjaratoymið leggur frá sær

Venjaratoymið hjá Betri-monnum hevur biðið um at verða loyst úr starvi. Nevndin hevur tikið uppsøgnina til eftirtektar.

Vit takka Dodo, Gianni, Gilberto og Tero fyri samstarvið, og tað orku, sum teir hava lagt í arbeiðið. Ikki minst Løgmanssteypið 2024.

Arbeiðið við at finna nýggjan venjara er farið í gongd, og vit vænta at hava eina loysn uppá pláss innan stutta tíð.

Til nýggjur venjari verður settur, fer André Olsen at standa við ábyrgdini av Betri-monnum.

Starvsnevndin

Havnar Bóltfelag

Víkingur tekur ímóti HB komandi fríggjakvøld kl. 18.00 í Sarpugerði.