Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Roknskaparfólk til Fuglafjarðar kommunu

Umsóknarfreist: 19.05.2025

Vit sóknast eftir einum dugnaligum persóni til eitt áhugavert og avbjóðandi starv í fíggjardeildini. Talan er um eitt fast starv 39 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið:
Tú verður partur av fíggjardeildini og vísir bygnaðarliga til fíggjarleiðaran. Umframt fíggjarleiðaran starvast 4 fólk á fíggjardeildini.

Sum roknskaparfólk hevur tú ábyrgdina av at skipa dagliga rakstrarbókhaldið. Hettar umfatar millum annað:

  • At hava dagliga bókhaldi hjá kommununi um hendi
  • At bóka
  • Bankaavstemmingar
  • Skuldarrøkt
  • Ognarrøkt
  • Samskifti við internar og eksternar samstarvspartar við atliti at bókhaldinum
  • Fyrifallandi skrivstovuarbeiði so sum telefonavgreiðslu osfr.

Faklig førleikakrøv

  • Hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan roknskap, bókhald og fíggjarstýring.
  • Hevur hug og hegni at arbeiða við tølum og fyrisitingarligum uppgávum.
  • Hevur góðan telduførleika.
  • Tað kann verða ein fyrimunur, at hava kunnleika til, ella royndir við, at arbeiða við bókhaldsskipanini Navision(business central) og Nema Løn.

Persónlig førleikakrøv

Vit vænta at tú:

  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
  • Er skipað/ur í starvinum og er góð/ur til at halda tíðarfreistir.
  • Er í sínari atferð í starvinum fyrikomandi, opin og álítandi.

Lønar- og setanarviðurskifti

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og avvarðandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til antin Herdis Beder, roknskaparfólk, á telefon 238004 ella til Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóra, á telefon 238002.

Umsókn

Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndir skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 19. mai 2025.

Um Fuglafjarðar kommunu 

Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1640 íbúgvum. Í kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 12 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, Í Støð 5 og Karvatoftir 6. Inntøkurnar hjá kommununi vóru í fjør 122 mió. kr., úttreiðslurnar 114 mió. kr. Nettoskuldin var við árslok 0,52 av einari álíkning á 23%..