Gartnaratoymi í Fuglafjarðar kommunu søkir eftir starvsfólkið at hjálpa til í summar. Arbeiðsuppgávurnar eru:
- At lúka og røkja økir í kommununi saman við gartnaratoyminum
- Grassláing
- Annað fyrifallandi arbeiði
Um teg:
Sum persónur ert tú ágrýtin, forvitin og hevur hug at arbeiða úti. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður persónur. Tú hevur lokið fólkaskúlan og ert minst 17 ár.
Setanartreytir:
Talan er um eitt tíðaravmarka starv frá 01. juni 2025 fram til 01. september. Ein fyrimunur er at hava koyrikort.
Starvið er tímalønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. mai kl. 12.00.