Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.05.2025 09:27

Toftanesvegur stongdur í viku 19

Fuglafjarðar kommuna

Í samband við asfaltering, verður vegastrekkið frá Toftanesvegi 14 og úteftir stongt fyri allari ferðslu, undantikið neyðsynjarakfør,  í tíðarskeiðnum millum kl. 09-12 og millum 13-16 í døgunum 5. – 9. mai 2025.

Sama tíðarskeið verður heldur ikki loyvt, at parkera á strekkinum millum Toftanesveg 14 og Toftanesveg 36, heldur ikki omanfyri íbúðarbygningin á Toftanesvegi 11.

Viðfest er tekning har stongda strekkið er markerað við reyðum.