Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.04.2025 17:33

Ársroknskapurin pf. Posta fyri 2024

Tíðindaskriv/ Posta

Posta hevur í dag kunngjørt ársroknskapin fyri 2024.

Góð framstig myndaðu árið, og úrslitið var nakað betri enn undanfarna ár. Posta leggur seg eftir kjarnuvirkseminum og framhaldandi at gera tað lætt at vera kundi hjá felagnum.

Farna árið var hendingaríkt á kundasíðuni. Posta er væl á veg við mest fjølbroyttu og smidligu møguleikunum fyri at heinta og senda pakkar. Posta bjóðar nú mestsum allar tænastur í einari sjálvgreiðslu á app og heimasíðu. Eisini eru pakkaboksirnar øktar í tali og eru nú staðsettar um alt landið, har tað er lætt og atkomuligt hjá viðskiftafólkum at heinta og senda pakkar frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Aðalmálið hjá Posta er, at tað skal vera lætt at vera viðskiftafólk hjá okkum.

Úrslitið

Í 2024 var samlaða sølan hjá Posta 108 mió. kr. samanborið við 128 mió. kr. undanfarna ár. Rakstraravlopið áðrenn avskrivingar er 8,1 mió. kr., sum svarar til 7,5% av søluni. Úrslitið áðrenn skatt var eitt hall á 1,7 mió. kr.

”Samsvarandi fortreytunum eru vit nøgd við árið 2024, sigur Edvard Remberg, stjóri og leggur afturat, at:

”Tað er týdningamikið, at vit raðfesta kjarnuuppgávurnar og arbeiða miðvíst fyri at tryggja at tænasturnar, sum vit veita, eru haldførar – ikki bara nú, men eisini í framtíðini. Okkara høvuðsendamál hevur altíð verið at flyta vøru, post og pakkar, og hetta fer framhaldandi at vera kjarnuupgávan í okkara virksemi.”

Marknaðurin flytur seg skjótt og talgildingin í samfelagnum merkist serliga á talinum av brøvum. Minkingin merkir, at Posta má arbeiða miðvíst við effektivisering sum frá líður. Posta ber framvegis brøvini út uttan stuðul.  Millum annað er avgerð tikin um at gevast við útbering av adressuleysum og harvið prentaðum lýsingabløðum, tí eftirspurningarin er minkaður munandi. Fleiri handlar og húski velja í dag talgildar pallar, so sum Posta-appina, sosialar miðlar og teldupost, fram um prentaða tilfarið.

Posta væntar avlop í 2025.